Yvir um hav eftir vatni

At Vágaportalurin prakt­is­erar sítt heilt serliga slag av journalistikki, eru tað óteljandi dømi um eft­ir­hondini.

At hvørt einasta skriv, sum verður sent miðlunum, fer púra óviðgjørt á heimasíðuna hjá Beiti og Skúvadal er eitt, at hvør einasta sending og regla, sum Kringvarpið fram­leið­ir eisini endar har, er annað. Og at menninir hand­an heimasíðuna tilvitað ign­orera alt, sum Miðlahúsið fram­leiðir, er eitt triðja.

Feskasta dømið um hetta síðsta fingu vit í gjár, tá Vága­portal­urin mátti heilt til Dan­markar at endurgeva eina søgu, sum Miðlahúsið hevði gjørt.

Vágaportalurin kundi utt­an at blunka end­ur­geva donsku fót­bólts­heim­a­síð­una bold.dk, fyri eina søgu, sum bold.dk annars endurgav in.fo fyri.

Sostatt kunnu danskir miðl­ar endurgeva føroyskar miðl­ar, meðan ein ávísur før­oysk­ur miðil má endurgeva dansk­ar miðlar, sum end­ur­geva føroyskar miðlar. Skil tað hvør, ið skilja vil...

– Vit plaga at siga, at summi fara um ánna eftir vatni. Men í hesum føri fara teir báðir Skúvadal og Beiti ikki einans um áir, firðir og sund – men um Atlantshavi, bara fyri ikki at nevna veruligu kelduna.