Og tað vóru 3782 fólk, sum tók av møguleikanum. Av teimum var næstan triði hvør staðfestur positivur við koronusmittu. Tað merkir, at 1125 fólk vóru smittað, sum er tað sama sum 2,1 prosent av fólkatlinum í Føroyum.
Smittutrýstið gjørdi eisini eitt ordans lop fram í gjár, tá 29,75 prosent av teimum kannaðu vóru smittað. Talið daginfyri var 25,1 prosent.
Nú hava 20.749 fólk í Føroyum verið smittað. Tað er tað sama sum 38,6 prosent av fólkinum.
Gjørdar eru nú tilsamans 751.025 kanningar. Í løtuni eru 4.971 smittað. 19 eru deyð við koronu.
Nú er 76,1 prosent av fólkinum koppsett tvær ferðir, og 38,5 hava fintið triðja prikið.
##med2##