Yvir tvær milliónir pílagrímar í Mekka

Í hesum døgum eru fleiri enn tvær milliónir pílagrímar í Mekka til sonevnda Hajj-tiltakið, sum byrjar í dag og varir fimm dagar Tað eru ikki bert tey kristnu, sum í hesum døgum gleða seg til høgtíðina. Í Mekka í Saudiarabia er í dag hátíðardámur, tí væntandi koma fleiri enn tvær milliónir muslimskir pílagrímar saman til Hajj ritualið, sum byrjar í dag og varir í fimm dagar.

Hajj er eitt av heimsins størstu religiøsu tiltøkum, og undanfarin ár eru fleiri pílagrímar deyðir í troðkanini í Mekka. Í fjør doyðu 362 fólk á Jamaratbrúnni. Myndugleikarnir siga, at teir til Hajj í ár hava gjørt eitt stórt trygdarátak, sum vónandi kann forða fyri, at pílagrímarnir verða traðkaðir í hel. M.a. hava teir bygt eina etagu afturat á Jamaratbrúnna, soleiðis, at tað ikki verður so trongt at sleppa tvørturum. Islamistiski terrorólkurin Al- Qaida hevur fyrr víst illvilja ímóti pílagrímstiltøkum í Mekka, tí Saudiarabia hevur gott samstarv við Washington. Myndugleikarnir í Saudiarabia hava tí økt um trygdina, og hava fleiri enn 50.000 trygdarfólk á staðnum.

Í ár verður forsetin í Iran, Mahmoud Ahmadinejad ímillum luttakararnar, og hetta hevur eisini gjørt sítt til, at trygdin er í hásæti.