Yvir milliardina í yvirskoti

tíðindaskriv

Úrslitið hjá Kaupthing Bank hf. fyri 1. ársfjórðingi av 2005 var 1.050 milliónir DKK.



Rentingin av eginpeninginum var 33,2% í mun til 29,3% fyri 1. ársfjórðingi av 2004.
Fíggjarinntøkurnar vóru 2.062 milliónir DKK - ein hækking á 126,5% í mun til somu tíð síðsta ár. 62% av hesum inntøkum stava nú frá rakstri uttanfyri Ísland. Rakstrarútreiðslurnar hækkaðu tó somuleiðis. Hesar vóru 625 milliónir DKK - ein hækking á 33%.
Fíggjarjavnin er nú 158 milliardir DKK, harav lán til kundar eru 112 milliardir DKK. Eginpeningurin er 16 milliardir DKK og solvensurin hjá bankanum er 14,4%.