– Tað hevur aldrin verið okkara siðvenja at drepa springara. Hví skulu vit byrja nú? Eg haldi tað er púra burturvið. Soleiðis sigur Rannvá Torfríð Jørmundsson, yrkiskavari og limur í The Explorers Club. Í gjár handaði hon løgmanni heilar 1,3 milliónir undirskriftir fr´fólki kring um í heiminum, sum krevja, at vit gevast at drepa springara.
Tað eru umhvørvisfelagskapir sum hava samlað undirskriftirnar og nú hevur løgmaður fingið 1,3 milliónir undirskriftir ímóti springaradrápi, sum hann kann taka við í viðgerðini, nú landsstýrið ætlar at eftirmeta springaradrápið.
– Vit hava einki prógv fyri, at veiðan er burðardygg, og eingin hevur tørv á tvøstinum. Harumframt vita vit, hvussu klók hesi djórini eru, og hvussu dálka tvøstið er. Vit kunnu rætt og slætt ikki forsvara at halda fram við at drepa springara, staðfestir Rannvá Torfríð Jørmundsson. Tað eru umhvørvisfelagskapirnir Whale and Dolphin Conservation, WDC, Sea Legacy, Only One og Avaaz, sum hava samlað undrskriftirnar.
– Hesir felagskapirnir hava virðing fyri føroyingum og føroyskari siðvenju, og eg haldi, at ein undirskriftainnsavning er ein góður og diplomatiskur máti at lata rødd sína hoyrast, sigur Rannvá, sum býr í Cornwall í Englandi ,og dagliga starvast í virkseminum Fourth Element, ið ger kavaraútgerð. Fleiri enn 1,3 milliónir borgarar kring heimin stuðla okkara áheitan um at steðga hesa óneyðugu veiðuna, ið hvørki er menniskjanslig ella burðardygg, siga tey.