Yvir 900 bilar koyra til Havnar um morgunin

Í nógv teimum flestu bilunum er bilførarin einsamallur

Í tveir gerandisdagar í farna mánaði hevur Tórshavnar Kommuna gjørt ferðslukanningar ymsastaðni í býnum um morgunin frá klokkan 7.30 til klokkan 8.30, tá ið flestu fólk eru á veg til arbeiðis, ella í skúla

 

Býráðið sigur á heimasíðuni, at tann kanningin vísti, at í miðal koyra 689 bilar eftir Hvítanesvegnum til Havnar í hesum tíðarskeiðnum. Men kanningin vísir eisini, at í 77 prosent av bilunum er førarin einsamallur. 

 

Kanningin vísir eisini, at í sama tíðarskeiði koyra 215 bilar eftir Kirkjubøarvegnum til Havnar, og í 62 prosent av bilunum var førarin einsamallur. Sostatt koyrdu 904 bilar til Havnar hesar báðar tilvildarligu morgnarnar í august.

Í tíðini frá februar til mai mánað í ár, taldi býráðið eisini bilar í býnum frá klokkan 7.30 til klokkan 8.30 um morgnarnar. Tær teljingarnar vístu, at tað koyra 907 bilar eftir Jóannesar Paturssonar gøtu. Og seinnapartarnar, tá ið nógv ferðsla er, koyra 669 bilar eftir Marknagilsvegnum.



Orsøkin til kanningina er, at Tórshavnar kommuna er við í átakinum European Mobility Week. Kommunan kallar átakið, Ferðast grønt.

 

Í ár er evnið Saman røkka vit longri á føroyskum og í morgin verða skelti við kunning um ferðsluteljingarnar sett upp við Jóannesar Paturssonar gøtu og við Marknagilsvegin. Tey standa uppi í eina viku og verða tikin niður aftur 22. september.


Tórshavnar býráð sigur, at tey hava sett sær fyri, at i 2020 skulu tvær ferðir so nógv fólk ganga, ella súkkla í Havn, sum í 2016.