Yvir 80 bátar meldaðir til Regatta

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðu við Saritu Joensen, Maiken Hammer og Marna Joensen frá Regatta HVR

Í gjárakvøldið vitjaði in.fo/Rás2 Regatta-økið í Hósvík, har vit fingu eitt prát við trý umboð fyri Hósvíkar Róðrarfelag.

 

Sarita Joensen, Maiken Hammer og Marni Joensen fegnast um góðu undirtøkuna Regatta hevur fingið higartil. Yvir 80 bátar hava meldað til higartil, og væntandi koma fleiri bátar við í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið við Saritu Joensen, Maiken Hammer og Marna Joensen.

 

Rás2 fer at senda frá Regatta´ini. Byrjað verður aftaná tíðindasendingina klokkan 17.