Yvir 550 fátæk børn fáa nú hjálp til at halda jól

Nú hava 260 fátækar familjur fingið hjálp til at halda jól, men um vikuskiftið fáa fleiri afturat

Higartil hava vit avgreitt 260 umsóknir frá familjum, sum eru so fátæk, at tey hava ikki ráð til at halda jól.

 

Tað sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, sum nú stendur fyri átakinum, Í Menniskjum Góður Tokki. Og hann sigur, at hesa vikuna verður restin, eina 40 umsóknir, eisini avgreiddar.

 

Og hann leggur afturat, at upplýsingarnir, tey hava fingið í sambandi við umsókninrnar um jólahjálp, staðfesta, at enn eru tað børn í Føroyum, sum eru so fátæk, at tey fáa ikki eini hugnalig jól.

 

Og hann sigur, at tær familjur sum higartil hava fingið jólahjálp, hava eini 550 børn.

– Hetta er eitt tal, sum svarar til næstan ein heilan árgang av børnum, sum eru so fátæk, at tey fáa ikki hildið jól.

 

Enn, sum áður er jólahjálpin gávukort í ymsum handlum, og higartil hava tey latið gávukort fyri tað, sum svarar til eina góða hálva millión. Tað er ymiskt, hvussu nógv, hvør familja fær í jólahjálp, men øll fáa gávukort fyri minst 1500 krónur.

 

 

Aðalskrivain í Barnabata vísir á, at av hesum 550 børnunum, eru eini 110 børn í aldrinum 14 -17 ár og 440 eru yngri enn tað,

 

– Eini 66 prosent av umsøkjarunum í ár, er stakir uppihaldarar og tað er tað sama sum fyri tveimum árum síðani, sigur Djóni Eidesgaard.

 

Hann sigur eisini, at eini 60 prosent av teimum búgva til leigu, og tað er eitt sindur meiri enn fyri tveimum árum síðani.

 

Hann ásannar eisini, at serliga í høvuðstaðnum, er tað dýrt at leiga, og tað bøtir ikki um støðuna.

 

Djóni Eidesgaard heldur eisini, at sterkar ábendingar eru um, at hjá summum er fátækadømið ein varandi støða, tí av teimum, sum hava søkt í ár, eru minst 176 familjur, sum hava liva í fátækaváða í minst trý ár. Hinvegin eru tað 19 prosent av umsøkjarunum, sum søkja um jólahjálp fyri fyrstu ferð í ár.

 

– At familjan er fátæk, hevur ringa ávirkar børnini, tí hesi børnini eru í størri vanda fyri at verða happafuglar og fyri at standa seg illa í skúlanum. Tað er ein ónd ringrás, sum so aftur kann elva til trupulleikar, angist og tunglyndi - sum aftur kann hava ringar avleiðingar við sær.

 

Tað slepst heldur ikki undan, at tey ávirkast av órógvinum, sum merkir foreldur, ið alsamt eru í penganeyð

 

– Børn í fátækaváða eru ein serligur trupulleiki, tí tey eru í eini støðu, sum tey einki kunnu gera við sjálvi. Men tá ið hugsað verður um avleiðingarnar av, at tey eru fátæk, er tað greitt, at tað er ein íløga í samfelagið at fyribyrgja og at niðurberja fátækadømið, sigur aðalskrivarin í Barnabata.

 

Hann sigur, at tá ið tey roknað út, hvør skal fáa jólahjálp, brúka tey fátækamarkið sum vegleiðandi mark.

 

Men hann sigur, at hugt verður eisini eftir øðrum viðurskiftum, eitt nú verður hugt eftir, hvat tey hava at liva fyri, tá ið allar útreiðslurnar eru goldnar. Tað verður eisini hugt eftir, hvussu familjan er sett saman, og hvussu nógv børn eru í familjuni, umframt at tey eisini kanna eftir, um nakað serligt er hent í familjuni, deyðsfall, sjúka, ella okkurt sovorðið.