Yvir 51.000 føroyingar sleppa at halda ólavsøku í ár

Fólkatalið í Føroyum veksur enn við somu ferð, sum tað hevur gjørt hesi seinastu árini. Tað staðfestur Hagstovan í eini nýggjari uppgerð.

 

Seinastu trý árini hevur tað verið óvanliga stórur fólkavøkstur í Føroyum, og nú má ásannast, at vøksturin heldur fram við somu ferð. 

 

Hagstovan sigur, at seinastu árini hevur fólkavøksturin hevur verið umleið 1,5 prosent um árið, men síðsta heyst minkaði vøksturin eitt vet, og tey hildu, at nú var hæsað av. Men nú í vár, og í summar, hevur vøksturin aftur tikið dik á seg, soleiðis, at hesar seinastu 12 mánaðirnar hevur fólkavøksturin verið 1,7 prosent, ella 837 fólk.

 

Fólkavøksturin stendst av, at tað eru fødd 252 børn fleiri enn tað eru fólk, sum eru dey, men samstundis hevur tilflytingin sett met, tí tølini vísa, at tað eru flutt 585 fólk fleiri til Føroya enn tað eru flutt úr Føroyum. Hagstovan sigur, at fremsta orsøkin til tað, er, at fráflytingin úr Føroyum hevur aldrin verið so lítil sum nú. Tølini vísa, at tilsamans eri 1.139 fólk flutt úr Føroyum hetta seinasta árið, og so lágt hevur talið ikki verið síðani í 1980. Men búðu nógv færri fólk í Føroyum, og verður fráflytingin sett upp ímóti fólkatalinum, hevur hon aldrin verið minni enn hon er nú. Samstundis sum at tað alsamt flyta fleiri fólk til Føroya.