fimleikur
Hetta er áttanda ferðin at Fimleikafagnaðurin verður fyriskipaður, og er hetta eitt hitt størsta einsamalla tiltakið, sum Fimleikasambandið skipar fyri.
Í mun til vanligu sýningarnar og kappingarnar er Fimleikafagnaðurin nakað øðrvísi skipaður. Ístaðin fyri at dentur verður lagdur á einstakar rørslur, er tað her heldur samlaða heildin, sum telur.
Við einari samansjóðing av fimleiki, framførslu, ljóði, ljósi og øðrum sansaligum effektum, hava liðini til uppgávu at lýsa eitt ávíst evni, sum frammanundan verður latið teimum av Fimleikasambandinum. Í ár er evni Bý og bygdarlív.
Eitt annað, sum eisini er øðrvísi í mun til aðrar kappingar, er, at her hava so at siga øll tey íðkandi møguleikan at luttaka. Sum mótsetningur kann nevnast Grand-Prix fimleikurin, har tað er elitan hjá hvørjum felag, sum kappast. Sjálvandi er eisini rúmd fyri elituni á fimleikafagnaðinum, men týdningarmeiri er, at tað er heildin, sum telur. Tað vil siga, at breiddin hjá feløgunum eisini verður tikin við.
Hetta speglast kanska eisini aftur í valinum av dómarum. 10 dómarar eru valdir at døma kappingina, men tað er einki krav, at hesir hava nakað ávíst samband við fimleik.
Yvir 500 luttakarar
Í tíðindaskrivi viðvíkjandi Fimleikafagnaðinum verður sagt, at fýra feløg hava boðað frá luttøku í ár. Hesi eru Flog, Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag.
Hvørt av hesum liðum telur umleið 130 fimleikarar, so alt í alt verður talan um gott og væl 500 fimleikarar, sum fara at sýna fram komandi dagarnar.
Undanfarin ár hevur ofta verið trupult at fingið atgongumerki til framsýningarnar. Nógv foreldur eru sjálvandi, sum vilja síggja børn síni, og tí hevur aloftast verið útselt tey bæði kvøldini, sum sýningin hevur verið.
Í ár er tí gjørt av at víðka tiltakið, soleiðis at talan hesu ferð verður um tríggjar sýningar. Fyrsta av hesum verður leygardagin, 4. november, kl. 18.00.
Sunnudagin kl. 15.00 verður so aftur ein sýning, og seinasta sýningin verður so sama kvøld kl. 18.00. Eftir seinastu sýningina verður avgerð tikin um, hvat felag á bestan hátt hevur lýst evnið »Bý- og bygdarlív«.