Ein ógvuliga harður jarðskjálvti var í nátt í syðra parti av Turkalandi – og aftan á hann fleiri eftirskjálvtar. Her sæst økið, har skjálvtin var. - Foto: Associated Press Staff/Ritzau Scanpix  

Yvir 500 deyð í jarðskjálvta í Turkalandi

Í fleiri londum eru fólk deyð í sera hørðum jarðskjálvta. Turkaland biður um altjóða hjálp

 

Ein ógvuliga harður jarðskjálvti var í nátt í syðra parti av Turkalandi – og aftan á hann fleiri eftirskjálvtar. Her sæst økið, har skjálvtin var. - Foto: Associated Press Staff/Ritzau Scanpix  

Nógv eru deyð ella fangað í húsaleivdum eftir harðan jarðskjálvta upp á 7,8, sum rakti syðra partin av Turkalandi og merktist á Kýpros, Libanon og í Sýria í nátt.

Eisini hava eftirskjálvtar rakt økið.

Amerikanska Geologiskt Institut (USGS), sum kannar jarðskjálvtar kring heimin, upplýsir, at skjálvtin var klokkan 01:17 okkara tíð – 04:17 lokala tíð – meðan nógv fólk svóvu.

Jarðskjálvtin hevur ført til, at nógvir bygningar eru rapaðir. Turkaland hevur ávaringarstøðu á stigi fýra, sum merkir eina áheitan á altjóða samfelagið um at koma til hjálpar.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

 

##med2##

Í morgun hava tey langt frá yvirlit yvir støðuna, men talið av deyðum hækkar framvegis í bæði Turkalandi og Sýria. Turkiska katastrovutilbúgvingin sigur, at minst 76 eru deyð og 440 særd í jarðskjálvtanum.

Í Sýria er minst 245 staðfest deyð í morgun klokkan 6:30 okkara tíð, upplýsa ríkisfjølmiðlar í landinum. Tað skrivar AFP.

Heilsumálaráðið í Sýria hevur fyribils váttað, at minst 230 eru deyð í skjálvtanum í økjum, at har stjórnin hevur valdið, meðan 600 hava fingið skaða.

Í fleir landspørtum í Turkalandi eru nógvir bygningar rapaðir. Tað snýr seg um Osmaniye-landslutin, Diyarbaki-landslutin og Malatya-landslutin, har minst 140 bygningar eru rapaðir, upplýsir Hulusi Sahin, guvernøur, sambært tíðindastovuni AP.

Jarðskjálvtin rakti 17,9 kilometrar undir jørð nærindis býnum Gaziantep og Osmaniye sambært USGS.

Tilbúgvingin og innanríkisráðið í Turkalandi hava sent bjargingarfólk at grava fólk úr húsaleivdunum. Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass.

USGS skrivar í eini meting, at tað sannlíkt eru nógv deyð.

 

##med3##

Skjálvtin er ein hin harðast, sum hevur rakt økið í minst eina øld, skrivar AFP. Hann rakar eitt økið av Turkalandi, har tað búgva fleiri milliónir flóttafólk úr Sýria og øðrum krígsraktum økjum.

– Tað eru nógvir oyðilagdir bygningar, sigur Orhan Tatar, sum leiðir bjargingartænastuna AFAD, við miðilin.

– Fólk skulu halda seg burtur frá bygningum.

Myndir frá turkisku sjónvarpsstøðini TRT vísa, at fólk eru farin út á kavaklæddar gøtur. Tað skrivar Reuters. Myndirnar vísi eisini skaðar á bygningar.

Jarðskjálvtin vardi umleið ein minutt og nógvir rútar brotnaðu sambært einum vitni hjá Reuters.

Turkaland er eitt av heimsins mest aktivu jarðskjálvtaøkjum.

Eftir skjálvtan komu fleiri eftirskjálvtar sum vóru roknaðir til 6,7 á Ritchterstiganum. Teir vóru 11 minuttir eftir fyrsta skjálvtan sambært USGS.

/ritzau/

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

Ein ógvuliga harður jarðskjálvti var í nátt í syðra parti av Turkalandi – og aftan á hann fleiri eftirskjálvtar. Her sæst økið, har skjálvtin var. - Foto: Associated Press Staff/Ritzau Scanpix  

Ein mynd frá tíðindastovuni Sana vísir rapaðan bygning í Hama í Sýria. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix