Yvir 50 Utøya offur hava ikki søkt endurgjald

Eitt ár og níggju mánaðir eftir terrorálopið á Utøya hava millum 50 og 60 ung frá AUF summarleguni framvegis ikki søkt um endurgjald fyri harðskap

- Út frá pilotmálunum hava øll, sum vóru á Utøya undir terrorálopinum havva rætt til endurgjald fyri harðskap, men tað er trupult at siga nakað um orsøkina til, at hesi ikki hava søkt. Tað er møguligt, t summi ikki ysnkja at søkja, sigur talsmaðurin a Skrivstovuni fyri harðskapsendurgjaldi (KFV), Ivar André Holm.
Tað skrivar norska blaðið, VG.
Tá hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik byrjaði sína drápsferð á Utøya 22. juli 2011, vóru tilsamans 535 børn, ungdómar og vaksin á summarleguni hjá AUF. 69 vórðu dripin.
Eftir sótu 466 offur, sum øll hava krav upp á minst 300.000 krónur í endurgjaldi út frá skaðaumfanginum, sambært KFV skrivstovuni.
- Normurin í pilotmálunum eftir terrorálopið sigur, at endurgjaldið skal byrja á hesi upphædd, sigur Ivar André Holm.
Higartil hava millum 50 og 60 offur ikki sent nakra umsókn inn, hóast tey hava krav upp á minst 15 milliónir krónur tilsamans.
- Í fleiri málum halda fólk seg aftur, orsakað av tøttum tilknýti við gerningsmannin, men tað er tað ikki í hesum førinum. Tað er stórur munur á, um samanborið verður við meldað harðskapsmál og talið á umsóknum um endurgjald, sigur Ivar André Holm.

Útgoldið 225 mió
Sambært upplýsingunum hjá VG eru tað eisini fleiri, sum vóru nærhendis spreingingini av stjórnarbygninginum í Oslo, sum heldur ikki hava søkt um endurgjald.
Kravið um endurgjald hevur eina fyrningarfreist upp á trý ár frá hendingin fór fram. Tað merkir, at tey umleið 60 frá Utøya terrorinum, ið ikki hava søkt, mugu gera tað innan juli næsta ár.
- Offur, sum vóru undir kriminella lágaldurin, tá hendingin fór frm, kunnu bíða, til tey eru myndug, og hava so trý ár at søkja í, undirstrikar Ivar André Holm.
Hjásitara advokaturin, Christian Lundin, sum leiddi sonevnda pilotmálsbólkin í terrormálinum, undrst á, at tað eru so mong, sum ikki hava søkt um endurgjald.
- Tað er skakandi, at hjásitara advokatarnir ikki hava fylgt upp á einum av teirra høvuðsuppgáum, sigur Christian Lundin.
Higartil hevur KFV viðgjørt útvið 990 umsóknir um harðskaps endurgjald frá ofrum frá stjórnarbygningunum og Utøya og útgoldið tilsamans 225 milliónir krónur, skrivar VG.