Hetta er 44% meir enn í 2016, tá ið 2.950 harur vórðu skotnar. Hetta vísir ein fyribils uppgerð, sum var gjørd, 4. januar. Eisini túratalið er nakað hægri fjør. Higartil eru skrásettir 468 túrar fyri 2017, móti 451 árið fyri. Úrslitið fyri 2017 er tó ikki tað endaliga, tí enn koma tøl inn. Tað skrivar Fróðskaparsetrið í tíðindaskrivi í dag.
- Raskast at skjóta í 2017 vóru tet í Skálatoftahaga, sum liggur á eystursíðuni, norðarlaga á Borðoynni, og hoyrir til gomlu markatalsbygdina Skálatoftir. Tey skutu tilsamans 280 harur, sum tey fingu á 7 túrum. Teimum á baki vóru tey í Neshaga í Vestmanna, við 172 harum á 14 túrum. Á triðja plássi eru harufólkini, sum hava skotið í Norðurtriðingi, Norðaripartur í Sørvági, eisini nevndur Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna. Tey fingu 146 harur, sum tey skutu á 10 túrum, skrivar Fróðskaparsetrið.
Úrslitini eru tó bara fyribils, tí enn koma tøl inn, og tá øll tølini eru skrásett, man samlaða talið fara at nærkast teimum 5.000 harunum.
Enn eru tó fleiri harufólk, sum ikki hava skrásett veiðuna. Tey, sum ikki hava skrásett seg, kunnu ringja til Eyðfinn Magnussen á Fróðskaparsetrinum ella fara inn á haran.fo