Yvir 40 lond eru samd um at steðga við nýtslu av kolaverkum og ikki byggja ella gera íløgur í nýggj kolaverk.
Fyri stóru búskapirnar snýr tað seg um, at kolorka skal steðga í 2030'unum, meðan minni búskapir skulu steðga hesum í 2040'unum.
Tað sæst í eini felags fráboðan í gjárkvøldið á veðurlagstoppfundinum COP26 í Glasgow.
Tað skrivar tíðindastovan AP sambært NTB.
Av útsøgnini skilst, at londini binda seg til at steðga við at gera íløgur í kol bæði innanlands og uttanlands. Harumframt skal framleiðslan av varandi orsku skal økjast.
Harumframt er Kili og Singapore komin afturat londunum, undir leiðslu av Kanadag og Bretlandi, sum arbeiðir fyri at steðga nýtslu av koli. Í samgonguni eru yvir 150 lond lond og feløg.
Bretski orkumálaráðharrin Kwasi Kwarteng, sigur avtaluna vera ein »marknastein« í altjóða stríðnum ímóti veðurlagsbroytingum. Hann heldur, at nýggja avtalan vísir, at »endin á kolinum er í eygsjón«, skrivar AP sambært NTB.
Atfinnarar siga tó sambært bretska blaðnum The Guardian, at lyftið um at steðga nýtsluni av skitnu brennievniskelduni í 2030'unum og 2040'unum ikki eru nóg víðfevndar.
Atfinnararnir halda, at hetta skal henda skjótari.
Veðurlagsaktivistar siga soleiðis við The Guardian, at freistin eigur at vera innan 2030 og ikki í 2030'unum og 2040'unum.
Harumframt vanta fleiri av heimsins búskapum, sum eru mest tengd at koli, í avtaluni. Tað snýr seg millum annað um Avstralia, Kina, India og USA.
The Guardian nevnir eisini, at altjóða orkuráðið /IEA) í mai mælti til at steðga íløgum í nýggjar verkætlanir við olju, koli og gassi, um heimurin innan 2050 skal røkka null útláti av vakstrarhúsgassum.
/ritzau/