Áðrenn Norðoyatunnilin lat upp, var Klaksvík ein avskorin býur og tiltøk sum bil- og sølustevnur vóru meira fyri fólk í Norðoyggjum, men nú er lætt og ómakasleyst at koyra til Klaksvíkar.
Seinasta vikuskfti var ein stór bilstevna í KÍ-høllini við yvir 40 bilum av 15 ymiskum bilmerkjum. Umframt bilar vóru eisini nakrar motorsúkklur sýndar fram.
Fyrimunurin við eini slíkari bilstevnu er, at fólk kunnu ganga inni í høllini og hyggja at bilunum og fáa eitt bilprát við tey ymisku sølufólkini á stevnuni og kanska fáa eitt gott tilboð. Tað vísir seg, at fleiri bilar verða seldir á eini slíkari stevnu.
Hetta var samstundis fyrsta bilstevna, síðan Norðoyatunnilin lat upp, og fólk úr meginpartin av landinum høvdu møguleika at koyra til Klaksvíkar.
Hóast veðrið ikki var serliga gott, var framsýningin væl vitjað og ein av fyrireikarunum, Niclas Heri Jákupsson, sigur, at bilhandlararnir vóru væl nøgdir við stevnuna.