Miðnámsskúlanæmingar úr øllum teimum seinastu árgangunum í studentaskúlunum og HF-skeiðunum í Føroyum føla seg í hesum døgum sera illa viðfarin av Mentamálaráðnum.
Orsøkin til at tey føla seg illa viðfarin er, at Mentamálaráðið nýliga hevur viðtikið eina broyting av skrivligu próvtøkunum hjá fráfarandi miðnámsflokkunum.
Tann nýggja broytingin av skipanini ger, at tann skrivliga próvtøkan í donskum og enskum á hástigi kemur at síggja øðrvísi út enn undanfarin ár.
- Broytingarnar í sær sjálvum eru fínar, okkum dámar tær væl. Trupulleikin er bara tann, at vit ikki fáa at vita um broytingarnar fyrr enn nú hálvt ár áðrenn endaligu próvtøkurnar, og at vit tí ongan sum helst møguleika hava at fyrireika okkum 100 prosent til broytingarnar, sigur Annika Due Petersen, ið er lesandi á seinasta ári í Studentaskúlanum á Kambsdali.
Saman við Marnar S. Kristiansen og øðrum næmingum, ið eisini skulu upp til endaligu royndirnar í summar, hevur hon tikið stig til eitt mótmælisskriv, sum saman við yvir 300 undirskriftum frá næmingum verður handað Mentamálaráðnum í dag.
Alt dottið á gólvið
Broytingarnar eru gjørdar í uppgávunum, ið næmingarnir skulu loysa til skrivligu royndirnar nú í vár og til endaligu skrivligu próvtøkurnar í summar. Trupulleikin hjá næmingunum, ið verða ávirkaðir, er at tey í tvey og eitt hálvt ár hava arbeitt framm móti teimum skrivligu próvtøkunum, soleiðs sum tær vóru áðrenn broytingina.
- Hetta er rættiliga stressandi. Tað verður ikki hugsað um, at hetta er okkara stríð gjøgnum trý ár, og sum skal geva eitt úrslit, sum verður ávirkað av broytingini. Stórir partar av tí, vit hava stríðst okkum ígjøgnum tey seinastu tvey árini er dottið niðurfyri. Tað ger kanska tað, at øll rúka ein ella fleiri karakterir niður, sigur Marnar S. Kristiansen.
Eitt dømi um broytingarnar, ið eru gjørdar, er at í enskum hava tey lagt stóran dent á at umseta skrivligan tekst á umleið hálva síðu, tí at tað var ein partur av skrivligu próvtøkuni. Nú broytingarnar eru framdar, er umsetingin brádliga ikki partur av próvtøkuni longur, men ístaðin eru fleiri síður av mállæru settar inn ístaðin. Eisini eru útvaldu evnini øðrvísi enn tey, tey hava lært seg at arbeiða við.
- Nýggju evnini eru nú meira handilsskúlalig og samfelagsfrøðilig, har tey áðrenn vóru meira bókmentalig. Evnini eru góð, men vit hava bara ikki lært at loysa hetta slagið av uppgávum, og nú er eingin tíð eftir til endaligu próvtøkurnar, vísir Annika Due Petersen á.
Sein boð frá Mentamálaráðnum
Næmingarnir harmast eisini at broytingarnar ikki verða fráboðaðar fyrr enn nú.
- Ein stórur trupulleiki er at lærararnir heldur ikki hava fingið boð um broytingarnar fyrr enn nú. Rektarin hjá okkum fekk boð í oktober, at broytingar vóru á veg, men hann fekk ikki hvørjar broytingarnar vóru. Vit hoyrdu seinni at talan var um størri broytingar, og tí vildu vit sleppa at síggja uppgávur av tí slagnum, vit kundu vænta at fáa, soleiðs at vit kundu fyrireikar okkum, sigur Annika Due Petersen.
Næmingarnir fingu at vita, at uppgávur vóru á veg, og at tey sluppu at síggja tær skjótt. Síðan bleiv tað útsett til november, og ikki fyrr enn í desember komu tær ensku. Tá vóru næmingarnir farnir undir høvuðsuppgávuna, og tí var eingin tíð at fyrireika seg fyrr enn nú í januar.
- Harafturat fingu vit bara eitt uppgávusett, so vit hava als ikki havt møguleika at seta okkum inn í nýggju skipanina, greiður Marnar S. Kristiansen frá.
Í enskum hava tey sæð eitt uppgávusett, ið líkist tí, ið tey kunnu vænta at fáa, men í donskum er støðan ikki eingong so góð. Har skulu allir lærararnir í donskum á fund tann 31. januar, har teir verða kunnaðir um broytingarnar.
Føla seg gloymd
Tað sum eftir ætlanini hjá næmingunum skuldi verða endaspurturin til at fáa teir góðu karakterirnar til endaligu royndirnar, verður nú ístaðin brúkt til at sita og bíða eftir at fáa boð um broytingarnar.
- Vit føla okkum gloymd. Mentamálaráðið hugsar opinbart ikki um at næmingar koma at sita í klemmu. Tey hugsa bara at nú skulu nakrar broytingar koma ígjøgnum, og so ikki longur, og tað er rættiliga irriterandi, tí hetta er okkara framtíð, sum tað rakar, vísir Annika Due Petersen á.
Bæði greiða tey eisini frá, at áðrenn føldu tey seg rættiliga sikkur uppundir royndirnar, og at tey, eftir at hava lært hesi tingini í hálvttriðja ár, nú høvdu lært tað, tey skulu duga. Men nú er fjáltur komin á næmingarnar, og tey føla seg ósikkur og strongd, tí tey nú brádliga skulu læra nakað heilt annað, og upp á lítið hálvt ár.
Krevja broytingarnar afturtiknar
Loysnin á trupulleikunum hjá øllum teimum næmingunum, ið verða raktir av broytingunum, er at broytingin verður tikin aftur fyribils og ikki sett í verk mitt í einum ári.
- Broytingarnar eru góðar, men vit hava ongan møguleika at seta okkum inní nýggju broytingarnar, tá so stutt er eftir til endaligu próvtøkurnar. Tí vilja vit heita á Mentamálaráðið um at útseta broytingina, soleiðs at hon kemur í gildi við ársbyrjan næsta ár, sigur Marnar S. Kristiansen
Hvørt Mentamálaráðið so skal at seta broytingarnar í gildi til tey, sum byrja í 3.s og 2.hf næsta ár, ella um tey velja at seta broytingarnar í gildi fyri tey, ið byrja í studentaskúlanum og HF-skeiðunum komandi ár, kann so diskuterast.
- Vit høvdu nokk klára at sett okkum inn í tað, høvdu vit fingið tað at vita við ársbyrjan og kunna loyst uppgávur síðan tá. Men hálvt ár, og serliga seinna hálvan av seinasta árinum er alt ov lítið, staðfestir Annika Due Petersen.
Mótmælisskrivið og tær yvir 300 undirskriftirnar verða handaðar Mentamálaráðnum í dag, og næmingarnir vóna at avgerðin verður tikin rættiliga skjótt.
- Tað er býtt at vit mugu ganga her og stressa um at tingini hanga meir ella minni í leysari luft, og tí vilja vit hava eina skjót avgerð, sigur Annika Due Petersen.