Bæði í fjør, og í ár, eru tað yvir 300 familjur, sum hava fingið tað serliga familjuískoyti, sum Løgtingið hevur samtykt til barnafamiljur, sum eru so fátækar, at tær ikki klára seg uttan hetta serliga ískoyti.
Tað Upplýsir Eyðgunn samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar.
Hon sigur, at í́ fjør vóru tað 319 familjur, sum fingu familjuískoyti og av teimum vóru tað 103 familjur, har lestrarstuðul var ein partur av inntøkugrundarlagnum. Og av teimum vóru 78 støk og 25 pør, har minst annar parturin í parlagnum hevði lestrarstuðul við í vinntøkugrundarlagnum.
Higartil í 2017 hava 322 familjur fingið familjuískoyti og av teimum vóru 107 familjur, sum høvdu lestrarstuðul við í inntøkugrundarlagnum. Og av teimum 107 vóru 83 støk og 24 pør, har minst annar parturin í parlagnum hevði lestrarstuðul við í inntøkugrundarlagnum.
Hinvegin sigur Eyðgunn Samuelsen, at tað ber ikki til at siga, hvussu nógvar av hesum familjunum livdu av lærlingaløn.










