Yvir 30 umsøkjarar skulu kappast um 7,5 milliónir

Játtanin hevur staðið í stað í fleiri ár

Nú er freistin at søkja um stuðul til gransking farin. Hon fór á miðdegi í gjár og úrslitið er, at 32 umsóknir komu inn og tilsamans ljóða umsóknirnar upp á 25 milliónir krónur. Men tað verður smábýtt, tí Granskingarráðið sigur, at játtanin til gransking er bara upp á 7,5 milliónir krónur. Hetta er ein millión minni enn samgongan ætlaði í fíggjarlógini, men  Løgtingið skar eina millión av játtanini. Hetta merkir, at í ár er tann sama, sum hon hevur verið í fleiri ár og tí er stuðulin í roynd og veru lækkaður munandi.

 

Granskingarráðið sigur, at umsóknir eru frá stovnum og fyritøkum, bæði í Føroyum og uttanlands. Fleiri aðrar skerjingar vóru av játtanum til granskingarstovnar í mun til 2021, eins og játtanirnar til Fiskivinnuroyndir og Vinnuframa vórðu skerdar. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, harmast um, at játtanin til gransking ikki varð økt í ár, siga tey í tíðindaskrivi.

 

– Tað vísir seg at vera stórur áhugi fyri at granska í Føroyum og hendan stuðulsjáttanin er eitt sera gott amboð til at kunna seta nýggjar granskarar við, siga tey í tíðindaskrivi.

 

Tey siga, at játtanin hevur ikki fylgt við lønarvøkstrinum og fíggjartørvinum annars, so antin má játtanin til hvørja verkætlan, lækkast, ella verða tað fleiri verkætlanir, sum ongan stuðul fáa. Hesi seinastu árini hevur talið á umsóknum ligið um 30, men okkurt árið hevur talið táttað í 50. Ein orsøk til, at talið er lækkað kann vera, at játtin er ov lág til at fara undir størri verkætlanir. Vanliga hava 8-10 umsóknir fingið játtað stuðul um árið, sigur Granskingarráðið.