Yvir 30 m/s í morgun

Tað er framvegis illfýsið kring landið

Tað er framvegis illfýsið í støðum kring landið. Mátararnir hjá Landsverki siga frá, at á Fámjinsvegnum eru 28 m/s. Á Brekkuni Stóru á Sandi eru 26 m/s. 

 

 

Á Sandavágshálsi eru 28 m/s og á Norðradalsskari eru 32 m/s. Annars letur til, at vindurin er minkaður munandi samanborið við í gjár. 

 

 

Út á dagin minkar vindurin enn meira, siga forsøgnirnar hjá donsku veðurstovuni DMI. Um veðrið í dag sigur DMI, at tað verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar nakað. Yvirhøvur skýggjað og æl. 

 

 

Les hvussu veðrið verður komandi dagarnar við at trýsta her