Yvir 27.000 fólk fingu løn

Løntakartalið er framvegis høgt

Seinastu fýra árini hevur talið á løntakarum verið vaksandi, og í oktober mánaði í ár vóru 27.344 løntakarar í Føroyum.

14.215 menn fingu løn, og 13.129 kvinnur fingu løn í oktober. 

Almenni geirin er tann størsti – har vóru 9.619 løntakarar í oktober. Í privatu tænastuvinnuni vóru 9.264 løntakarar. Í byggivinnuni 4.323 og í fiskivinnuni 4.228.

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.