Um vikuskiftið vórðu 1.475 fólk koppsett fyri covid-19. 950 fólk fingu fyrra prikið og 525 fólk fingu tað seinna.
Nú hava 29.547 fólk fingið fyrru koppsetingina. 20.274 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Tilsamans 49.821 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Koppsetingarbólkurin hevur framskundað koppsetingarætlanina í tvær vikur, so at koppsetingin væntandi er komin á mál síðsts í aaugust. Bólkurin sigur eisini, at fyri ólavsøku hava øll, sum ynskja tað, fingið tilboð um fyrra prik.