Yvir 2000 fólk á stevnu fyrsta dagin

Longu fyrsta dagin tann stóra fiskivinnustevnan í Havn var opin, vóru yvir 2000 fólk og vitjaðu

Fish Fair 05

Teir, sum fyrireika stóru fiskivinnustevnuna á Sandvíkahjalla norðanfyri Havnina eru vælnøgdir við undirtøkuna tann fyrsta dagin.
Dánjal Petur Hansen, sum er ein av fyrireikarunum, sigur upplatingardagin týsdagin vóru yvir 2000 á stevnu.
Tað er hann rættiliga væl nøgdir við.
Hann sigur, at vanliga plaga fleiri fólk at vera á stevnuni teir báðar seinnu dagarnar ogh ann væntar tískil at heilt nógv fólk verður tann seinasta stevnudagin, hósdagin, sum eisini er frídagur.
Tað kostar 150 krónur at fara á fiskivinnustevnuna.
Hann sigur eisini frá framsýnarum,at teir lata væl at umstøðunum.
Stevnan verður hesuferð hildin í eini stórari høll á Sandvíkahjalla.
Hinar ferðirnar hevur hon verið hildin í einum tjaldi inni í Runavík.
? Tað skerst ikki burtur, at umstøðurnar eru nógvar ferðir betri í eini høll, enn tær eru í einum tjaldi.
Hann ásannar eisini, at alt talar fyri, at tað er í Havn, at stevnan fer atvera hildin framyvir.
-? Havnin er rætta staðið til stevnur sum hesar, men tað er ikki bara tí at umstøðurnar eru góðar til sjalva stevnuna.
Men tað eru eisini umstøðurnar uttanfyri sjálvt stevnuøkið, sum eru betri í Havnini enn tær eru í Runavík.
? Framsýnarar vilja hava hotell og matstovurnar so tætt við stevnuøkiðsum gjørligt og tær treytirnar lýkur Havnin.
Hann sigur ein týðandi partur av virkseminum á eini slíkari stevnu, er, at framsýnarar bjóða viðskiftafólkum á matstovur og til ymisk tiltøk, so tað skerst ikki burtur at til tað eru umstøðurnar í Havn betri enn í Eysturoy.
Kortini heldur hann at ta er ikki nóg mikið av rúmi á hotellunum í høvuðsstaðnum til stór tiltøk sum heswi og tí kemur tað ómetaligavæl við, at nógv privatfólk eisini hava viljað hýst stevnufólki.
Hetta heldur hann er ein støða, sum vit mugu góðtakam tí tað kann ikki krevjast, at vitskulu hava hotelkømur il so stór tiltøk sum hesi, tí tað er so sjáldan at tey eru.