Í mars vóru 25.837 løntakarar í Føroyum
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Hetta eru 78 løntakarar færri enn í februar, men higartil í ár hava tað verið yvir 25.800 løntakarar hvønn mánað.
Seinastu trý árini hevur gongdin verið, at talið á løntakarum er alsamt hækkað og nú eru tað yvir 2.000 føroyingar fleiri til arbeiðis enn tað vóru á vári í 2014.
Tað er serliga byggivinna og onnur tilvirking, sum eigur ein stóran part av vøkstrinum, sigur Hagstovan. Fyri fýra árum síðani, ella í mars í 2013, vóru einir 2.900 løntakarar í byggivinnuni, men síðani hevur hendan vinnan skapt eini 200 arbeiðspláss afturat um árið, so tað nú eru 3.750 løntakarar í byggivinnuni.
Vøksturin hevur sostatt verið millum 5,4 prosent og 7,4 prosent um árið.
Bæði privatar og almennar tænastur hava umleið 200 fleiri løntakarar nú enn fyri einum ári síðani. Tænastuvinnurnar eru væl størri enn byggivinnan. Í privatu tænastuvinnuni vóru 8.490 arbeiðspláss í mars í ár og tað eru 219 fleiri enn fyri einum ári síðani.
Og í almennu fyrisitingini og í almennum tænastum, vóru 9.346 arbeiðspláss í mars í ár og tað eru 233 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani. Almenn fyrisiting og tænastur er sostatt størsta vinnugreinin í Føroyum.
Fiski- og alivinnan minkar í løtuni, í mars í 2016 vóru 4.113 í vinnu har, men nú eru tey 4.005, ella 108 fólk færri.