Yvir 200 næmingar næsta ár

Nýggi tíggjundi flokkurin á Eysturskúlanum, Nám X, hevur fingið sera góða undirtøku. Nógv stríð stóðst av ætlanini at samskipa tíggjunda flokk í Havn í ein flokk, men tað vísir seg, at í øllum førum hava næmingarnir tikið væl ímóti nýggju skipanini.

Hetta skúlaárið ganga 180 næmingar í Nám X, og komandi ár verða teir ikki færri enn 220 í tali, sigur Eyðdis Eidesgaard, stjóri í Eysturskúlanum fyri heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Royndirnar við 10. flokki seinnu árini hava annars verið, at rættiliga nógvir næmingar gevast, onkuntíð eini 30%.

Men hetta fyrsta árið, Nám X hevur verið, eru bara eini 10%.

Sum heild letur skúlastjórin væl at fyrsta árinum hjá Nám X.

- Teir næmingar, sum vilja hava nakað burtur úr undirvísingini, hava fingið sera nógv burturúr og hava sloppið at roynt seg.

- Vit hava til dømis havt ein bólk, sum hevur roynt seg sum íverksetarar, og í kapping við aðrar skúlar vunnið eina kapping, sum Íverksetarahúsið hevur fyriskipað.

Eisini tónleikabreytin hevur sloppið at roynt seg til nógv ymisk tiltøk.