Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa um tær 22,6 milliónur krónurnar, sum eru komnar í føroyskan fótbólt frá UEFA seinastu tvey árini.
Sermerkt er, at 20,9 av teimum milliónunum enda í bara fýra feløgum – HB, B36, Víkingi og NSÍ. Í blaðnum verður eisini tosa við Tummas Lervig, formann í KÍ, sum øtast fyri eini gjógv millum tey ríku feløgini, og so hini. Sonni L. Petersen, formaður í NSÍ, heldur tað er týdningarmikið, at brúka pengarnar rætt.
Í blaðnum verður eisini tosað við Jóan Símun Edmundsson, sum fortelur um málið móti Silkeborg, og Mladen Mjerimacka, ið gevst í Kyndli.