Yvir 18.000 fólk hava goldið ov nógv í skatti

So nú er at halda eyga voð postkassanum, tí tilsamans fáa tey nú yvir 51 milliónir aftur frá Taks

Í fjør hava 18.392 fólk goldið ov nógv í skatti í fjør, og nú fáa tey sostatt pengar aftur frá Taks. Taks sigur, at nú hava tey gjørt upp fyri árið í fjør og hesar næstu dagarnar fær hvør einstakur skattgjaldari boð um, hvussu støðan er.

 

Men uppgerðin vísir, at 19.715 fólk hava goldið akkurát tann skattin, tey skulu, og tey skulu tískil hvørki skulu rinda skatt aftur, ella fáa skatt aftur.

 

Tølini siga eisini, at 18.392 fólk hava goldið ov nógvan skatt og fáa nú pening aftur, og tilsamans fáa ter 51.530.123 krónur aftur í skatti. Annars hava 1.935 fólk goldið ov lítið í skatti, og í næstum fáa tey so eina rokning frá Taks. Tilsamans skulu tey rinda 5.454.212 krónur aftur.

 

Eiga fólk minni enn 25 krónur til góðar, verða tær kortini ikki útgoldnar og skyldar ein minni enn 100 krónur, verða tær ikki innkravdar.

 

Annars eru 6.902 fólk í Føroyum, sum hava fyritøkur av ymsum slagi, og sum sostatt sjálvi skulu lata sjálvuppgávu inn, sigur Taks