Yvir 1000 seyðir doyggja í ferðsluni um árið

Tað verður mangan sagt, at ein tann størsti vandin fyri ferðslutrygdina í Føroyum, er, at seyður gongur mest sum allastaðni á vegnum.

 

Í nýggju samferðsluætlanini staðfestir Landsverk, at í Føroyum skrásetir løgreglan eini 15 óhapp um árið, har seyður er ein orsøk til óhappið. Hinvegin rinda tryggingarfeløgini endurgjald fyri einar 300 seyðir um árið fyri seyð, sum er yvirkoyrdir kring landið. Annars metir Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, at yvir 1.000 seyðir doyggja um árið orsakað av ferðsluóhappum, sigur Landsverk.

 

Landsverk sigur eisini, at kanningar vísa, at stórur partur av øllum óhappum standast av menniskjansligum mistøkum. Hesi óhapp eru ring at lúka heilt burtur, men avleiðingarnar
av óhappunum kunnu minkast, eru vegirnir gjørdir soleiðis, at tey ferðandi ikki doyggja ella fáa álvarsligt mein í einum ferðsluóhappi.

 

Annars er talið á skrásettum ferðsluóhappum nógv minkað hesi seinastu árini. Eisini ferðsluóhapp, har fólk fáa skaða, ella lata lív. Hetta er eitt rák, ið er í øllum grannalondum okkara og orsøkin til tað kann bæði vera, at nógv verður gjørt fyri at bøta um ferðslutrygdina, og at fólk eru meira varin í ferðsluni nú.

 

 

Í Føroyum skrásetir løgreglan 500 til 600 ferðsluóhapp um árið. Ein fimtingur av hesum óhappunum eru parkeringsóhapp, men av øllum teimum óhappunum, sum verða skrásett um árið, eru eini 30 - 40 óhapp við fólkaskaða. Men í einum stórum parti av teimum, ella í 15 - 30 av hesum óhappum, er rúsdrekka ein orsøk.

 

Seinastu mongu árini eru upp til seks fólk deyð í ferðsluni um árið, men í fjør var eingin ferðsluvanlukka, sum kravdi mannalív, og tað er fyrstu ferð í 50 ár, at tað er hent, so tað er ein varði í føroyskari ferðslusøgu.

 

Í tíðini frá 1 januar 2014 til 31 desember 2017 hevur politiið skrásett 138 ferðsluóhapp og ferðsluvanlukkur við fólkaskaða. Av hesum eru 10 vanlukkur, sum hava kravt mannalív.

 

Annars vísir tað seg, at krossvegir eru serliga vandamiklir í Føroyum, tí hesi fýra árini frá 2014 til 2017, eru 27 óhapp við fólkaskaða, skrásett, og 40 prosent av teimum eru í krossvegum, men í okkara grannalondum eru óhapp í krossvegum 20 prosent av óhappunum við fólkaskaða.

 

Annars vóru 64 óhapp, har seyður var orsøkin og í einum av teimum var fólkaskaði, og 39 óhapp vóru, har fólk til gongu, vórðu ákoyrd, og í 25 førum fingu fólk skaða. Annars vóru 84 óhapp skrásett, har rúsdrekka var uppi í og í 20 av teimum óhappunum fingu fólk skaða. Annars er tað í hálku, at nógv tey flestu óhappini henda. Frá 2014 til 2017 vóru 238 óhapp skrásett at vera hent í hálku, og í fýra førum fingu fólk skaða.

 

Hinvegin stðafestir Landsverk eisini, at kanningar í okkara grannalondunum vísa, at tað eru bara 10 prosent av øllum óhappum, sum verða meldað til løgregluna.