Yvir 1000 fólk mótmæla framferðini ímóti suðuroyingum

Tað eru allir partar, sum hava svikið, sigur stigtakarin

Í dag eru suðuroyingar á veg norður til Havnar við Smyrli. Ørindini eru at fara út í Tinganes at handa Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, eitt mótmælisskriv. Tað eru 1041 fólk, sum hava mótmælt viðferðini, suðuroyingar fáa landsins myndugleikum, nú Smyril fer í dokk og Herjólfur trý skal røka siglingina einsamallur. Hetta er eitt stórt afturstig, tí Herjólfur er nógv minni enn Smyril. Hann tekur ikki ein triðing av teimum bilum, Smyril tekur og bara helvtina av ferðafólkunu. Harafturat siglur hann nógv seinni, so hvør túrur ímillum Suðuroy og Havnina, fer at taka útvið tríggjar tímar.

 

Fróði Mortensen, sum er stigtakari til at samla undirskriftir inn, sigur, at tað stóra talið á undirskriftum vísir, hvussu ónøgd fólk eru. Hetta svarar til, at 2,5 prosent av øllum Føroya fólki yvir 15 ár, hava skrivað undir mótmæli. Og tað er ikki so lítið, heldur Fróði Mortensen, tí talan var um talgilda innsamligt, so fólk mátti gera eitt arbeiði við at fara inn á telduna at skriva undir. Hann leggur dent á, at hetta, at samla undirskriftir, er heilt ópolitiskt, tí teir peika ikki eftir nøkrum ávísum. Tað er allir partar, sum hava svikið Suðuroynna, sigur hann.

 

Umframt at mótmæla ferðasambandinum, er tað eisini eitt krav, at arbeiðið at fyrireika suðuroyartunnilin verður gjørt liðugt beinanvegin, og at farið verður undir hann.