Yvir 100 milliónir meiri í lønum

Økingin er størst í byggivinnuni og almennar tænastur veksa minst

Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár, eru útgoldnar 2.389 milliónir krónur í lønum í Føroyum.

Tað vísir ein  nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Tað eru 101 milliónir krónur fleiri enn fýra teir fyrstu mánaðar í fjør. Sostatt hevur framgongdin hesar fyrstu mánaðirnar í ár, verið 4,4 prosent aftur ímóti sama tíðarskeið í fjør.

Hetta er størsta framgongd seinastu seks árini, sigur Hagstovan.

 

Uppgerðin vísir, at tað er framgongd í øllum høvusðbólkum, men serliga stór er framgongdin í byggivinnuni.

 

Higartil í ár hevur byggivinnan útgoldið 290 milliónir krónur í lønum og tað eru 30 milliínir fleiri enn í fleiri enn í fjør, ella ein framgongd á 11,5 prosent.

 

Hagstovan sigur, at hetta er fyrstu ferð, byggivinnan hevur veruliga framgongd síðan fíggjarkreppuna, men framvegis er ikki alt vunnið innaftur síðan besta árið hjá byggivinnuni, sum var í 2008.

 

Lønarútgjaldingarnar í Fiski –ali og ráevnisvinnuni hava verið 416 milliónir higartil í ár og tað eru 22 milliónir krónur, ella 5,6 prosent, meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið lønargjaldingarnar vóru 394 milliónir.

Ein av okkara størstu vinnugreinum, eru tær privatu vinnurnar, har lønargjaldingarnar hava verið 790 milliónir higartil í í ár. Tað eru 36 milliónir, ella 4,8 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið útgjaldingarnar vóru 754 milliónir.

 

Hinvegin er økingin minst í almennu tænastunum, har lønargjaldingrnar eru 13 milliónir størri, ella 1,4 prosent størri í ár enn í fjør.

 

Kortini eru tað tær almennu tænasturnar, sum er okkara høvuðsvinnugrein, har útgjaldingarnar higartil í ár hava verið 893 milliónir krónur, og tað eru 13 milliónir meiri enn fýra teir fyrstu mánaðirnar í fjør, tá ið útgjaldingarnar í almennu vinnugreinunum vóru 880 milliónir.

 

Fýra teir fyrstu mánaðirnar í 2011, var útgjaldingin í almennu vinnugreinunum, 844 milliónir, og sostatt eru tær vaksnar 49 milliónir hesi síðstu fýra árini.

 

Annars vísir uppgerðin, at í løtuni eru lønargjaldingarnar á sama stigi sum seinasta heyst, einar 620 milliónir krónur um mánaðin.