Hví skal samgongan lækka ríkisveitingina úr Danmark og samstundis leggja eyka byrðar á verkafolki?
Tað var ein spurningur, sum var til umrøðu á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið.
Tað var Harry Benjaminsen av Toftum, sum reisti spurningin og hann helt, at Føroya Arbeiðarafelag átti at gjørt vart við seg í hesum máli.
Hann vísti á, at í hesum valskeiðnum hevur samgongan sett sær fyri, at ríkisveitingin úr Danmark skal lækka upp ímóti 150 millónum krónum tilsamans.
- Hví skulu vit siga nei til nei, til hendan peningin, spurdi Benjaminsen.
Hann vísir eisini á, at samstundis ætlar samgongan at bøta um ALS og barnsburðarskipanina og tað merkir, at fólk verða boydd at betala meir.
- Hví skal samgongan lækka ríkisveitingina úr Danmark, samstundis sum hon ætlar at leggja eyka byrðar á verkafólkið, spurdi hann.
Hann helt, at tað hevði verið rættari at brúka hendan peningin til at bøta um fólkapensjónina, til at bøta um ALS og barnsburðargrunnin og ikki minst, til at lækka oljugjaldið fyri.
- Tað hevði sanniliga munað, segði Harry Benjaminsen.
Hann bað tí staðiliga á nevndina í Føroya Arbeiðarafelag umhugsa at heita á samgonguna um at sleppa ætlanini um at strika ríkisveitingina úr Danmark og ístaðin um at brúka peningin til at lætta um byrðarnar hjá verkafólki, ístaðin fyri at leggja eyka byrðar á fólk afturat.
Ingeborg Vinther helt, at hetta var ein tanki, sum var verdur at hugsa meiri um.
- Tá ið politikarar taka avgerðir, hugsa teir ikki um at tað samstundis verða lagdar eyka byrðar á landsins borgarar.