Tilsamans 113 lið høvdu meldað seg til Dráttur-kappingina, men hóast nøkur hildu seg aftur – helst orsakað av vánaliga veðrinum fríggjadagin – vóru yvir 100 lið við í kappingini.
Kappingin byrjaði fríggjakvøldið hjá unglingum og helt fram leygarmorgunin. Ikki fyrr enn hálvan tíma eftir midnátt leygarkvøldið var síðsti vinnarin kosin.
Hjá kvinnuunglingunum vann KÍF, TB var nummar tvey og Fleyr nummar trý, og hjá mansunglingunum gjørdi TB bart, tí a-liðið vann og b-liðið gjørdist nummar tvey, meðan ÍF fekk triðjaplássið.
Fleyr vann kappingina hjá gentum 14 ár framman fyri ávikavist Drátt og Ternuna, og hjá dreingjum 14 ár vann SÍ, meðan Ternan bleiv nummar tvey og Dráttur nummar trý. Hjá gentum 12 ár vann TB a, Dráttur bleiv nummar tvey og TB b nummar trý, og hjá dreingjum 12 ár vann SÍ, TB bleiv nummar tvey og ÍF nummar trý.
Umframt øll hesi vóru 50 lið í Kidsvolley-kappingini, har tey ikki spæla um plaseringarnar sum hini, tí har eru øll vinnarar, sum eru við.