Yvir 100.000 í yvirskoti

Ársroknskapurin hjá Heimamissiónini fyri 2007 varð lagdur fram á Ársmøtinum í Havn seinasta vikuskifti. Hann vísti eitt lítið yvirskot.

Arbeiðið hjá Heimamissiónini er skipað í tvær deildir, og var úrslitið í báðum deildunum gott.

Boðanardeildin hevði eitt lítið undirskot uppá 1.000 krónur, meðan Samskiftisdeildin hevði eitt yvirskot á 109.000 krónur. Samlaða útslitið fyri 2007 var sostatt eitt yvirskot á 108.600 krónur.

Thomas Dam, formaður í Heimamissiónini, vísti á, at fleiri av starvsfólkum teirra eru væl kvalifiserað fólk, sum gott kundu fingið 10.000 meiri í løn, um tey fóru í eitt annað arbeiði.

- Hesi fólkini geva tí nógv, við at vera í tænastu hjá Heimamissiónini, segði Thomas Dam.

Eitt av teimum áhugaverdu tølunum í roknskapinum eru inntøkur frá søluni av Tórshavnar Sjómansheimi, sum gav eitt avlop á 14,9 mill kr.

Hesin peningurin var býttur sundur í trý: 1,8 mió krónur at útgjalda lánið í Leguhúsinum í Nesvík, so at tað nú er skuldarfrítt. Størsti parturin av pengunum frá søluni av Tórshavnar sjómansheimi er avsett til útbygging av Leguhúsinum í Nesvík, nevniliga 11 milliónir krónur, meðan seinasta 2,1 mió krónurnar vórðu avsettar til onnur endamál.