Tá springarar í gjárkvøldi løgdu beinini í Skálafirði var tað fyri 18. ferð í ár, at ein grind ella springarar løgdu beinini. Tilsamans eru 1.014 grindahvalir og 271 springarar dripnir higartil í ár.
Harvið er talan um besta grindaár síðan 2013, tá 12 grindadráp vóru og 1.104 hvalir og 430 springarar vórðu dripnir.
Fyrsta grindin í ár var 21. mai, tá 83 hvalir løgdu beinini í Bø, og er tað einasta grindin, ið hevur lagt beinini í Vágoynni í ár.
Flest grindaboð hava verið í Hvannasundi, har fýra grindir hava lagt beinini, og eru 371 grindahvalir og ein springari dripnir í bygdini higartil í ár. Tað er eisini har, at størsta grindin í ár hevur lagt beinini. Tað var 17. juli, tá 191 grindahvalir vórðu dripnir.