Yrkjarar lesa yrkingar upp í býnum á ólavsøku

Føroya Fólkaháskúli og tíðarritið Vencil boða frá, at skipað verður fyri yrkingaupplestri á ólavsøku. Tiltakið verður rópt Licentia Poetica og fer fram ólavsøkudag, tann 29. juli á trimum ymiskum støðum í miðbýnum í Havn frá kl. 14.30 til kl. 16.30.

 

- Vit eiga nógvar góðar yrkjarar í Føroyum, og teir bestu, sum vit eiga, fara at lesa upp á ólavsøkutiltakinum, Licentia Poetica, siga fyrireikararnir.

 

Fyrst fara tríggir yrkjarar at lesa upp í hugnaliga umhvørvinum niðri í Steinprenti, sum heldur til í bygninginum hjá Öström á Skálatrøð. Síðani verður gingið yvir í Bojsensgarð, har tríggir yrkjarar lesa upp. Endað verður á Býarbókasavinum, har seinastu yrkjararnir fara at lesa. Raðfylgjan og klokkutíðirnar eru hesar:

 

14:30 til 15:00: Steinprent:

Carl Jóhan Jensen, Sissal Kampmann og Oddfríður Marni Rasmussen

 

Ganga í 15 minuttir yvir til Bojsensgarð

 

15:15 til 16:00: Bojsensgarður:

Ludvík á Brekku, Kim Simonsen og Rói Patursson

 

Ganga í 15 minuttir niðan á Býarbókasavnið

 

16:00 til 16:30: Býarbókasavnið:

Vónbjørt Vang, Trygvi Danielsen og Jóanes Nielsen

 

Tiltakið er ókeypis fyri áhoyrararnar.