Yrkjarar lesa upp á ólavsøku

Føroya Fólkaháskúli fer í samstarvi við skaldskaparritið Vencil, at skipa fyri

upplestrum ymsastaðni í Havnin á ólavsøku. Siður hevur verið, at á Ólavsøku hevur

verið hildin fólkafundur úti á Føroya Fólkaháskúla. Í ár verður so roynt nakað nýtt.

Upplestrarrøðin verður kallað Licentia Poetica. Lisið verður upp báðar

ólavsøkudagarnar á fýra støðum í Havnini. Til henda upplestur, fara ungir og eldri

yrkjarar at lesa upp úr verkum sínum.

Fyrstu orðini verða floygd ólavsøkuaftan klokkan 17:30 úti á Føroya Fólkaháskúla.

Har lesa Jóanes Nielsen, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Dávur í Dali.

Seinni sama kvøldið, fara kvinnurnar at lesa. Klokkan 21:00 fara Sólrún Michelsen,

Katrin Reinert, Sigri M. Gaini, Malan Poulsen og Vónbjørt Vang at lesa upp við

standmyndina av Tariru í plantasjuni.

Ólavsøkudag verður byrjað at lesa upp klokkan 16:00 í Tutlhandlinum. Har lesa Bárður Persson, Ludvík Breckmann og Vagnur Streymoy og danmarksmeistarin í ?Poetry Slam?, Lasse Thorning.

Klokkan 21:00 sama kvøldið endar hendan forkunnuga upplestrarrøð við grøvina hjá

Jørgeni Frantz Jacobsen í gamla kirkjugarði. Har lesa Carl Jóhan Jensen, Kjartan

Hansen og Oddfríður Marni Rasmussen.