Forsetin í Turkmenistan, Saparmurat Niyazov, ber orð fyri at duga væl at geva fólki annað enn politikk og landins støðu at hugsa um. Hansara seinasta hugskot í so máta er eitt yrkingasavn, sum kom út um vikuskiftið, og sum hevur heitið "Turkmenistan, mín eydna". Hetta er hansara fimta yrkingasavn, og sjálvur sigur høvundurin, at søvnini eru ein ótømandi kelda, haðani turkmenska fólkið kann fáa íblástur til gerandisdagin.










