Yrkisútbúgvingar skulu raðfestast!

Stundin er komin at seta yrkisútbúgvingar á breddan!

 

Nógvir lærusáttmálar eru og verða undirskrivaðir hesa seinanstu tíðina, og tað er at fegnast um, tí soleiðis verða alneyðugir verkligir førleikar bornir yngri ættarliðum, og vinnan og arbeiðsmarknaðurin kunnu halda fast við sína styrki, okkara samfelagi til stórt gagn.

 

Føroyar skulu vera kappingarførar viðvíkjandi umstøðum hjá lærlingum og læruplássum í lærutíðini, so at so mong, sum møguligt, liva og læra í Føroyum. Her skulu vit m.a. fáa skipan við vaksnalæru at virka, fáa ferð á eina holla førleikameting, sum føroyska yrkisútbúgingarøkið tekur undir við, umframt onnur bøtandi átøk.

 

Eitt land sum okkara eigur at hava fleiri yrkisútbúgvingar við skúlagongd í Føroyum. Viðkomandi yrkisútbúgvingar eru sera góðar fyri vinnulívið í Føroyum, og tí skulu vit seta á stovn ymsar yrkisútbúgvingar, sum partarnir á økinum peika á, eitt nú innan handverk, handil, shipping, KT o.a. Vit skulu menna hetta útbúgvingarøkið, leggja oyra til øll tey broytingarynski, sum ymsu partarinir á yrkisútbúgvingarøkinum hava sett orð á, og fremja tey uttan meira drál.

 

Vit skulu tryggja javnt virksemi í landinum og minka um sveiggini í búskapinum, tí støðugt virksemi er ein av fortreytunum fyri, at ung sum vaksin altíð kunnu velja eina yrkisíútbúgving.

 

Vel ein politikkara, sum brennur fyri hesum útbúgvingarøkinum!

 

Hanna Jensen

 

Framsókn