Yrkisútbúgvingarráðið mannað

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur valt fýra umboð í Yrkisútbúgvingarráðið eftir tilmæli frá avvarðandi yrkisfeløgum. Uppgáva ráðsins er at viðgera mál viðvíkjandi arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingum og at geva landsstýriskvinnuni tilmæli hesum viðvíkjandi.

Formaðurin er tilnevndur av landsstýriskvinnuni, og Helena Dan á Neystabø hevur eisini valt 4 limir eftir tilmæli frá arbeiðsgevarafeløgunum, og 4 limir eftir tilmæli frá løntakarafeløgunum.

Ráðslimirnir eru valdir fyri eitt 4 ára skeið.

Tey nýggju umboðini eru:

Emy S. Niclasen fyri S&K felagið, hon er afturvald, Elin Sørensen fyri Føroya Arbeiðarafelag, hon er nývald, Eyðvør Berg fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, hon er nývald

Esther Dahl fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, hon er afturvald.

Hini umboðini í Yrkisútbúgvingarráðnum eru:

Alfred Petersen, formaður valdur av landsstýriskvinnuni, Durita Tausen fyri Mentamálaráðið, Magnus Magnussen fyri Føroya Handverksmeistarafelag, Anna Johannesen fyri Starvsmannafelagið, Suni Simonsen fyri Føroya Handverkarafelag. Hann hevur júst tikið sæti í ráðnum sum varalimur fyri Harald Østerø, sum hevur valt at taka seg úr ráðnum.

Hesi umboð standa fyri vali um tvey ár.