Yrking 2

Vissuliga alt av Gudi er skapt, veri

tað í dárum mælt við

munni ella skrivað við penni.



Undrunarsamir yvir síni roysnisbrøgd eru,

men gloyma hitt fyrsta Orðið.



Ein byrjan má til,

og vit trúgvandi varin mugu vera,

ikki at treingja tykkum alt ov nær

at brennandi ásjón Guds.