YouTube steðgar falstíðindum um koppingarevni

Tað skal ikki longur bera til at leggja falskar upplýsingar um góðkend koppingarevni út á YouTube

 

Ein mótmælisgonga í New York City ímóti covid-koppingarevni fyrr í mánaðinum. Nú strammar YouTube reglarnar fyri, hvat kann leggjast út á miðilin um góðkend koppingarevni. - Foto: Spencer Platt/Ritzau Scanpix

YouTube fer at blokera innihald, sum spreiðir lygnir um góðkend koppingarevni.

Harvið víðkar vælumtókti miðilin forboðið ímóti falskunning um góðkend Covid-19 koppingarevni. Tað skrivar YouTube á bloggi sínum.

Innihald, sum YouTube ikki fer at loyva, er til dømis, at influensa-koppingarevni rakar evnini at fáa børn. At MFR-koppingarevni til børn ímóti meslingum, fárasjúku og skaldkoppum kann elva til autismu.

Onelinemiðil, sum móðurfelagið hjá Google, Alphabet Inc, eigur, bannar eisini fleiri rásum, sum verða stýrdar av antikoppsetingar-aktivistum. Teirra millum Joseph Mercola, skrivar Reuters.

Heimasíðan hjá Mercola hevur í dag svarað YouTube.

– Vit standa saman kring heimin, og vit vilja ikki liva í ótta, vit vilja standa saman og endurstovna frælsi okkara, siga tey.

Í Russlandi var tilfar hjá russiska ríkisrikna sjónvarpsfelagnum RL í gjár tikið burtur av týsktmæltu rásini hjá felagnum. Tað var gjørt við tilvísing til, at sjónvarpsfelagið hevur borið falskar upplýsingar um Covid-koppingarevni.

Russiska stjórnin hevur í dag svarað aftur og hótt við at blokkera YouTube í Russlandi.

Avgerðin hjá YouTube kemur, júst sum funnist verður at tele-risum sum Facebook og Twitter fyri ikki at gera nóg mikið fyri at steðga útbreiðslu av ósonnum upplýsingum um heilsu og koppingarevni.

YouTube leggur dent á í bloggi sínum, at tað framvegis er pláss til atfinningar og kjak um vísindini handan koppingarevni.

Tað sama verður gjørt við persónligar upplivingar við koppingarevninum. So leingi tey halda seg innan fyri reglarnar hjá YouTube um koppingarevnini.

– Dagsins dagføring av politikkinum er eitt týdningarmikið stig til tess at viðgera falstíðindi um koppingarevni og heilsu á platformum okkara, sigur felagið.

Og felagið lovar at fara enn longur fyri at tryggja »góðskukunning« á YouTube.

/ritzau/

 

Ein mótmælisgonga í New York City ímóti covid-koppingarevni fyrr í mánaðinum. Nú strammar YouTube reglarnar fyri, hvat kann leggjast út á miðilin um góðkend koppingarevni. - Foto: Spencer Platt/Ritzau Scanpix