Um dagarnar fyllir heimasíðan YouTube fimm ár. Youtube.com er heimsins triðmest vitjaða heimasíða, og sambært fólkunum aftanfyri YouTube, verða í miðal lagdir 20 tímar av videobrotum út á heimasíðuna um minuttin.
Tað var 14. februar í 2005, at heitið youtube.com varð skrásett. Heimasíðan, har brúkararnir sjálvir leggja videobrot út, gjørdist skjótt so væl umtókt, at Google 9. oktober 2006 gjørdi av at keypa YouTube fyri smáar tíggju milliardir krónur. Síðani hevur YouTube ment seg til at vera ein miðlapallur í sær sjálvum.
Í dag inniheldur youtube.com alt frá stuttligum og minni stuttligum heimaupptøkum, videoløg, lýsingar, ítróttarbrot, mentanarlig innsløg, videobrot við politiskum áhugamálum og mangt, mangt annað.










