YouTube er ársins uppfinning

Time Magazine hevur kosið heimasíðuna, YouTube, at vera ársins uppfinning í 2006. YouTube inniheldur á leið 100 mió ymisk videoklipp, og við 70.000 nýggjum klippum um dagin, veksur hon við fullari ferð. Hóast nógv rok um upphavsrættin til klippini á síðuni, so hevur áhugin fyri henni verið serstakliga stórur, og fyrr í ár keypti Google navnaøkið fyri 10 mia kr. Grundgevingin frá Time Magazine er, at YouTube hevur rakt eitt virkisøki, sum als ikki hevur verið til áður.