You name it!

   

Tað eru ikki øll forlovilsi sum blíva til giftarmál.
At ongin sáttmáli varð gjørdur við danska plátufelagið RecArt hevði sínar grundir.
Gamaní var møguleikin at avreiða allan tónleik og rættindi til Danmark, og síðani vóna at okkurt munagott skuldi spyrjast burturúr. Tað kundi hent at so varð. Men tilboðið frá RecArt var orðað soleiðis at tað var frámælt av juristum, familju og tónleikarum. Vit fingu boðið eina upphædd, sum svarar til ein nýggjan bil, fyri innspælda tilfari og rættindi til Brand, men so vildi eisini øll framtíðin hjá unga dronginum ligið í fremmandum hondum.
Vit takkaðu nei. Eisini tí at vit trúðu at føroyskur tónleikur hevði betri uppiborið. Hugskotið við NAME var komið í eygað, men sum kunnugt gjørdist hetta ein tungur burður.
Tað er ein vakur siður, ikki minst her í Føroyum, at siga farval og fylgja teimum sum ein er góður við. At Dimmalætting og Sosialurin vildu verða hjástødd til jarðarferðina av NAME havi eg alla virðing fyri. Men at vera hangandi aftaná ervið er ikki gamalt.
Tað eru nógv hugskot sum ikki gerast veruleiki og nógv feløg sum ikki fáa vind í seglini. At Name kvaldist í føðingini er spell. Men har ein hurð verður afturlatin fer oftani ein onnur upp.
Kanska eru greinarnar í Dimmu og Sosialinum gott undirhald hjá summum føroyingum, men serliga góður journalistikkur kann tað ikki sigast at vera.
At Sonja og Páll eru farin at partrola eftir gomlum søgum, mugu tey um. Men eitt sindur av fyriliti og morali burdi bløðini kunna borga fyri. Og tað er heldur tíðliga at skriva negrologin yvir Brand og føroyska tónleikavinnu.
Ironiskt nokk havi eg brúkt løtur saman við Brandi, har vit hava tosað um útlendsku pressuna, sum roynir at spinna yvirskiftir og gølur burturúr barnastjørnum.
Hvat so um eitt plátufelag í Danmark ikki er áhugað í Brandi? Nógv meira áhugavert er tað hví eitt framtaksfeløg og eitt ungt nýstovnað íleggjarafelag ikki sýna einari nýggjari vinnu størri áhuga. Tað hevur verið tosað nógv um nýggjar vinnur í Føroyum og politisk vildi eitt samtak sum hetta vunnið undirtøku og verið slóðbrótandi innan tónleikin. Men nú fáa vit at síggja!
Dagliga síggja vit hvussu føroyingar á tónlistaliga økinum flyta mørk. Vit fylgja Teiti kring knøttin, Guðruni í Danmark og Eivør í Íslandi. Og bæði Dimmalætting og Sosialurin skulu vera vælkomin at fylgja Brandi Enni í USA í november og í Suður Afrika í februar 2004.
Eg skal minna á, at Brandur Enni er einans 14 ára gamal og við teimum royndunum sum eru gjørdar í studio og á palli, so eru grundin laðað til eina møguliga framtíð innan tónleikin. Og allatíðini koma nýggir spírar sum vaksa út um bøgarðarnar.
Tíbetur hava fleiri sýnt hesum arbeiði ans og eg eri sera takksamur fyri tann stuðul og tað álit feløg, einstaklingar og stovnar hava víst mær og Brandi. Eg havi allar orsøkir at meina at vit eru á rættari leið.
At alivinnan hevur mist fleiri hundrað milliónir er ein búskaparligur sorgarleikur. At Name fer í ommu sína, er hvat tað er. Dreymurin og hugurin at halda fram er nógv størri enn avtøkan av einum felagi.