Yogalærarin Praveen Satthi, sum herfyri varð sendur av landinum orsaka av misskiljingum í málinum, er nú við sínum næmingum aftur.
Heldur enn at seta seg aftur og sleppa kundunum á fjall, hevur fyritøkan Yoga&Vælvera heldur loyst trupulleikan upp á ein heldur øðrvísi máta.
Tí nú er tað so, at Praveen Satthi undirvísir framvegis í yoga, men nú er tað umvegis Skype.
Aftrat undirvísingini á Skype eru yogakøn, sum hjálpa næmingunum at gera venjingarnar á rættan hátt.
Hetta er tó bara fyribils, tí Yoga&Vælvera hevur søkt um arbeiðs og uppihaldsloyvi til Praveen Satthi.