"Hetta er ikki ókey. Vit mótmæla staðiliga, at Praveen Satthi móti sínum vilja verður sendur av landinum orsakað av donskum formalitetum - uttan fyrilit fyri risastóra munin hann ger fyri 350 føroyingar hvønn dag. Tað er heldur ikki ókey at dugnaligir og hart arbeiðandi útlendingar ferð eftir ferð verða sendir av landinum, tí føroyskir myndugleikar ikki tora at taka ábyrgd."
Soleiðis stendur á heimasíðuni Wechange.dk, har til ber at stovna átak við undirskriftainnsavnin til frama fyri einum og hvørjum.
Stuðlarnir hjá Praveen Satthi hava nú stovnað eina undirskriftainnsavning á síðuni.
Higartil hava 279 skrivað undir. Tað er eftir ætlan í morgin, at Praveen Satthi skal av landinum.
IN.fo fylgir málinum.










