Yogalærarin: Løgreglan bíðar til mánadagin

Hann fær hetta vikuskiftið aftrat, sum nú er.

Uttanríkis og Vinnumálaráðið er farið at kanna málið, tí ábendingar eru um, at Útlendingastovan ikki hevur latið nøktandi upplýsingar inn til donsku myndugleikar í málinum. 

 

Kundarnir eru farnir at skipa fyri mótmælistiltakið í kvøld klokkan 19.00. 

 

Fríggjadagin fyri viku síðani fekk Praveen Satthi boð frá løgregluni um, at hann skuldi úr Føroyum seinast í dag. 

 

Men tá ið Praveen Satthi fór á løgreglustøðina í dag, fyri at fáa nøktandi skjølini við sær vóru boðini, at málið fyribils bíðar til mánadagin. 

 

Spurningurin er so, um nakar kemur Praveen Satthi til hjálpar so, at hann ikki verður sendur av landinum mándagin. Verður tað úrslitið, so missa 350 føroyingar sín yogalærara og fyritøkan Yoga&Vælvera fer av knóranum. 

 

Les eisini: Her er yogalærarin sum verður sendur av landinum í morgin

 

Les eisini: Yogalærarin: Kundarnir rópa varskó

 

Les eisini: Video yogalærarin: Hví hava tey so stóran skund at fáa meg út? 

 

Les eisini: Yogalærarin: Í kvøld verður skipað fyri stuðulsátaki

 

In.fo fylgir málinum.