Óynsktur í Finnlandi

Amerikanski sjónvarpstrúboðarin Pat Robertson skuldi verða við í einari sending hjá andaligu finsku sjónvarpsrásini TV7, men nú hevur leiðslan gjørt av at taka sendingina av skránni.

Orsøkin er, at Pat Robertson í síðstu viku mælti amerikonsku myndugleikunum til at beina fyri tí vinstrasinnaða forsetanum í Venesuela, Hugo Chavez. Chavez hevur fleiri ferðir funnist at politikkinum hjá Bush-stjórnini, og hann hevur mælt teimum latínamerikonsku londunum til at avmarka ávirkanina, sum USA altíð hevur havt á tann partin av heiminum. Pat Robertson helt, at tað er bíligari hjá USA at beina fyri venesuelska forsetanum enn at fara í kríggj við land hansara.

Orðini fingu leiðsluna í finska TV7 at taka sendingina við amerikanska trúboðaranum av skránni. Martij Ojares, stjóri, sigur við finsku tíðindastovuna, at tað er harmiligt, at ein leiðandi kristin persónur skal siga slíkt, sum Pat Robertson hevur sagt.

-Tað er ikki sambæriligt við finska mentan at tvinna politikk og kristna trúgv saman, sigur Martti Ojares, sjónvarpsstjóri.