- Tað skulu nógvir næmingar koma inn í skúlan afturat í august, og tá fara vit at mangla eina stovu, so tað vit kundu hugsað okkum var eina skúlastovu. Ein skúr, pavillion ella okkurt annað, vit fáa sett upp við skúlan, har umleið 20 næmingar og 2 lærarar fáa verið, segði Barbara Christophersen við morgunsendingina hjá Kringvarpinum.
Seinni í morgun greiddi hon útvarpinum hjá Kringvarpinum frá, at ongin bjóðaði eini tílík høli fram.
- Tað gekk, sum eg hevði væntað, vit fingu onki, sum vit kundu nýta. Tað var bara ein, sum ringdi, og tað var ov lítið til eina skúlastovu, staðfesti hon.
Men tey eru ikki fallin heilt í fátt á frískúlanum.
- Um vit ikki fáa fatur á eini í Føroyum, so mugu vit av landinum at lána ella keypa, segði Barbara Chrisphersen.
Orsøkin til, at tey nú hava ein bráfeingistørv á einum skúla, er at hin skúlin, ið skuldi byggjast, ikki verður liðugur, tá nýggir næminga skulu koma inn.
- Tað tekur longri tíð, enn mann hevur væntað, og tí verður hann ikki klárur fyri skúlabyrjan í ár, staðfesti Barbara Christophersen og legði afturat, at tey sjálvandi fara at halda fram at leita eftir eini skúlastovu.