Í gjár, hósdagin 23. september, vitjaði sonevndi EFTA-bólkurin og føroyska sendikvinnan í Brüssel í býráðshúsunum í Eysturkommunu.
Hetta var í samband við, at sendikvinnan var á vitjan í Føroyum við EFTA-bólkinum og tí, at umboð frá Eysturkommunu vitjaðu sendikvinnuna fyrr í ár.
Í Eysturkommunu vísa tey á, at EFTA er ein fríhandilsfelagskapur, har Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein eru limir.
- Áhugi var at hoyra um framfýsnað vinnulívið í Eysturkommunu, og tí vóru eisini framløgur frá umboðum fyri Varðan og Sjókovan.
Harafturat greiddi borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, frá um kommununa.
Í Eysturkommunu siga tey, at høvi var eisini hjá gestunum at síggja stásiligu býráðshúsini í Norðragøtu.
##med2##
##med3##













