Fótbóltshøll
Fótbóltssambandið hevur nú á fundi viðgjørt umsóknirnar, sum vóru komnar inn um fyrstu føroysku fótbóltshøllina.
Trý uppskot vóru innkomin, men í eftir viðgerðina hevur FSF í fyrsta umfari valt at síggja burtur frá uppskotinum hjá Havnar Timburhandli, sum ikki ítøkiliga segði, hvar ein slík skuldi byggjast, ella hvussu bygging og rakstur av hesari skuldi fíggjast.
Tað vil so siga, at støða nú skal takast til, um talan skal verða um høll á Svangaskarði ella í Skálabotni, men í fyrsta umfari hevur FSF ikki gjørt sær nakra niðurstøðu hesum viðvíkjandi.
Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF, sigur, at tey í fyrstu atløgu hava roynt at fáa partarnar aftan fyri tey bæði uppskotini at tosa saman.
- Áðrenn vit eru farin víðari í okkara arbeiði, hava vit valt at biðja partarnar um at kanna samstarvsmøguleikarnar, sum kunnu liggja í hesum. Um tað er gjørligt, so halda vit tað vera betri, um talan verður um høll, sum hevur so breiðan uppbakning sum gjørligt, og sum ikki skal síggjast sum kapping millum øki ella bólkar, sigur Ísak Mikladal.
Enn er ikki greitt, nær FSF ella innblandaðu partarnir fara at arbeiða víðari við málinum, men meira verður helst at frætta um hetta í næstum.